top of page
Search
eheinesen

William Heinesen & H C Andersen 22 August 2022

Williamsgrunnur skipar fyri pallborðsfundi um William Heinesen og H.C. Andersen

Høvið er byggiverkætlan á trøðni hjá Williami Heinesen og Elisu Heinesen, sum arkitektar hjá Henning Larsen North Atlantic arbeiða við í løtuni. Skitsuuppskotið verður eftir ætlan liðugt í heyst. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri hjá Henning Larsen North Atlantic, fer at greiða eitt sindur frá útgangsstøði og avbjóðingum í verkætlanini.

Samstundis er vitjan úr Odense Kommune og mentanarlívinum í Odense. Umboð úr Odense fara at greiða frá teimum H.C. Andersen-verkætlanum og tiltøkum, sum verið hava í Odense seinastu árini. Her verður m.a. hugsað um H.C. Andersen Games, sum er árlig hending í Odense og um nýbygningin The Fairy Tale House hjá japanska arkitektinum Kengo Kuma.

Hugsanin við tiltakinum er at fáa samanborið Havnina og Odense sum ikonbýir fyri tvey stór skald og listafólk. Spurt verður, hvussu býirnir báðir kunnu fáa íblástur hvør frá øðrum, tá um ræður mentanarferðavinnu, býarmenning og branding yvirhøvur.

Pallborðsluttakarar - Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri, Henning Larsen arkitektar, North Atlantic - Stefan Birkegaard, stjóri í fyrisitingini hjá Odense Kommune - Henrik Harnow, stjóri, Odense Bys Museer - Jens Toftgaard Andersen, mentanarstjóri, Odense Bys Museer - Johs. Nørregaard Frandsen, professor emeritus og fyrrv. leiðari av Center for H.C. Andersen Studier, Syddansk Universitet

Bergur Rønne Moberg, lektari á Københavns Universitet, verður pallborðsstjóri

Í samstarvi við Norðurlandahúsið Stuðlað tiltakinum hava Tórshavnar Kommuna, Hotel Hafnia og Atlantic Airways




12 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page